Loading Events
Nær
05. mars 2026 kl. 19 - 21
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis atgongd

Er kvinnurørslan í dvala – ella í broyting?

Vit seta sjóneykuna á kvinnustríðið í Føroyum við íblástri úr Íslandi, har kvinnur hava víst, hvussu nógv samhald kann flyta. Spurningurin er: Er kvinnurørslan í Føroyum í dvala, ella er hon í broyting?

Serligur gestur er íslendska Fríða Rós Valdimarsdóttir, sum í nógv ár hevur verið ein týðandi rødd í kvinnurørsluni í Íslandi og m.a. samskipað landsfevnandi kvinnuverkfall.

Eisini verður tónleikur og okkurt gott til góman.

Óluva Zachariasen er orðstýrari á kvøldinum.

Skrá:
19.00 Javnstøðunevndin bjóðar vælkomin
19.10 Kvinnuverkføll í Íslandi, kvinnurørslan og samhaldsfesti– Fríða Rós Valdimarsdóttir(Framløgan verður á enskum)‍
19.40 “Tá Ísland legðist lamið”Hvønn týdning fekk kvinnuverkfallið í 1975 — og ávirkaði tað Føroyar?– Sofaprát við Hildur Patursson og Fríðu Rós Valdimarsdóttir
20.00 Steðgur við livandi tónleiki
20.10 Er kvinnurørslan í dvala — ella í broyting?– Pallborðskjak við Runu Preeti Ísfeld, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Turið Debes Hentze, Tóru Effersøe Mortensen og Gunnhild Dahl Niclasen

Kom og ver við , tá vit seta orð á nakað, sum viðvíkur okkum øllum. Tak endiliga ein vin við — hetta verður bæði áhugavert, spennandi og tankavekjandi.