Ester Skála
Poetiskir og dreymakendir tekstir og ein ljósareytt PinkPop-verð, sum er heilt hennara egna.
Í 2021 kom staklagið UNICORN, sum vann áhoyraravirðislønina á FMA. Lagið SPOTLIGHT kom árið eftir og fekk eisini eina FMA tilnevning. Saman við sínum trúfasta bólki hevur hon framført kring alt landið.
Í 2024 luttók hon í Pan-ArcticVision í Grønlandi og spældi á fleiri festivalum. í 2025 kom hennara LP-pláta út við bæði nýggjum løgum og hennara kendu hittum.
Áhoyrarar kunnu gleða seg, tí hetta er bara byrjanin hjá Ester.