Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
22. apríl 2025 kl. 11 - 29. apríl 2025 kl. 19
Hvar
Landsbókasavnið
Prísur
Ókeypis atgongd

Fá, gev ella být um urtapottar – ókeypis

Kundi tú hugsað tær ein nýggjan urtapott, men hevur ikki hug at keypa? Ella kanska eigur tú ov nógvar, og kundi hugsað tær at sloppið av við nakrar, men tó á ein burðardyggan hátt?
Í viku 17 varpa føroysku bókasøvnini ljós á tey 17 heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning. Í hesum sambandi skipa vit fyri einum ókeypis urtapottamarknaði á Landsbókasavninum, gerandisdagarnar í viku 17 og viku 18.
Tú kanst fáa, geva ella býta um urtapottar og avleggarar, júst sum tú vilt. Einki mark er fyri, hvussu nógv tú kanst fáa ella geva. Um tú ikki hevur urtapott ella avleggara at lata øðrum, so er tað eisini í lagi. Møguliga finnur tú okkurt, ið tær dámar.
Øll eru vælkomin.