Faroe5
Faroe5 gav fyrstu stakløgini, “Bara Eitt Spæl“ og “Tú Fert Altíð At Vera Har“, út á sumri í 2008, og tá ið heildarútgávan kom út seinni sama ár, vóru enn fleiri hitt á henni.
“Eg Vil Hava T“, “Eina Langa Nátt”, “Sama Gerð”, “Sjeikurin”, “Droymi Mitt Um Dagin” og hini hittini hava livað víðari og eru vorðin partur av føroyska popp-sangskattinum og ljóðmyndini hjá fleiri ættarliðum.
Á pallinum standa tær somu fimm songkvinnurnar, sum myndaðu Faroe5 frá byrjan: Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard, Jónvá Ellingsgaard, Ragnhild Dam og Vígdis Fjallstein Christiansen.
Við nøkrum nýggjum popphittum og einum sangskatti, sum hevur staðið sína roynd í nærum tvey áratíggju, er lagt upp til eitt kvøld við nostalgi, poppi, veitslu og felagssangi.
