Loading Events
Nær
18. september 2025 kl. 18 - 20
Hvar
Hugskotið
Prísur
Ókeypis atgongd

Feilir í fokus – lær av feilunum hjá royndum íverksetarum

Á tiltakinum verður høvi at hoyra frá íverksetarum, sum hava staðið við veruligum avbjóðingum. Teir greiða frá sínum størstu mistøkum, hvat gekk galið, og – tað týdningarmesta av øllum – hvat teir lærdu av tí.

Kom og hoyr Ólavur Ellefsen, stjóra í Flowcore, og Michael Koba, filmsframleiðara, greiða frá teirra feilum – stórum og smáum, og hvat teir báðir royndu íverksetararnir hava lært av teimum.

Hetta er eitt serligt høvi at flenna, netverka, læra og fáa ráð, sum tú kanst brúka á tíni egnu íverksetaraleið.
Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.