Loading Events
Nær
15. november 2026 kl. 11:30 - 11:31
Hvar
Norðurlandahúsið

Ferðin til Kongurvág – Urd Johannesen

Høli: Klingran
Longd: 45 min.

Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann gjøgnum eitt myrkt helli, líka til hann dettur út av eggini …

Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, ríkinum hjá eiturkoppunum. Saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og royna at gera enda á marruni eina ferð med alla. Tað er einasti mátin at sleppa av við hana.

Ferðin til Kongurvág er spennandi barnabók um vinalag, ótta og dirvi. Ein ferðmikil og ævintýrkend søga, sum Urd Johannesen hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt.

12 ára gamli Askur Sannuson Souvy, sum er bókaummælari í barnablaðnum Strok, fer at práta við Urd og Silju um bókina, marrur, ævintýraheimar og um at skriva og myndprýða bøkur. Børnini kunnu eisini tekna sínar egnu marrur og lita myndir úr bókini.

Ferðin til Kongurvág er 100 síður og ætlað børnum í aldrinum 7–12 ár.

Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelag