Loading Events
Nær
30. mars 2026 kl. 20:30 - 22
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis atgongd

FilmsTing

Filmstingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu.
Hesa ferð fara vit at hoyra um, hvørjar royndir filmsfólk gera sær úti í heimiog um avrik, royndir og tilgondir hjá teimum.

Vit tingast um alt millum himmal og jørð – sum hevur við film at gera.

Setið kross í kalendaran 30. mars kl. 19.30. Tiltakið er ókeypis, og vit bjóða kaffi og te.

Á skránni verða tvær framløgur:

Búi Dam, leikstjóri fer at greiða frá feskasta heimildarfilminum BIRITA, ið verður frumframførd á CPH:DOX 15. mars, har filmurin er við í kappingini.

Per Zachariassen, framleiðari. Per hevur gjørt framleiðslur í flestu norðurlondum harumframt USA, Brasil, Australia, Kina og aðrastaðni. Han greiðir frá sínum royndum- bæði í Føroyum og uttanlands og fer at práta um munin millum at framleiða í m.a. USA og norðanlond / Føroyar.
Harafturat munin millum at framleiða live og ikke-live sendingar. Seinasta verkætlanin, sum Per hevur framleitt her, er HOYDALAR, sum beinavegin gjørdist fólkaogn.

Fyriskiparar eru Filmshúsið og Klippfisk.

Øll eru hjartaliga vælkomin.