Amerikanski leikstjórin, sum býr í Danmark, er tvær ferðir fyrr Oscartilnevndur. Í høvuðsleiklutunum eru Oscarvinnarin, Tilda Swinton, Michael Shannon, kendur frá The Shape of Water, George MacKay, frá filminum 1917 og Moses Ingram, sum var við í The Queen’s Gambit.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini fer at innleiða sýningina, sum er ókeypis, og verður vístur í Havnar Bio.
Filmurin er á enskum við donskum teksti.
Les meira um filmin og fá ókeypis atgongumerki á heimasíðuni hjá Havnar Bio.