Fjord (Cristian Mungiu, Rumenia 2026 146 min)
Mungiu vann somu heiðursløn í Cannes í 2007 fyri “4 Months, 3 Weeks and 2 Days”. Í 2016 deildi hann virðislønina við franska Olivier Assayas fyri bestu leikstjórn. Tilsamans er neyvan nakar leikstjóri, sum er so nógv heiðraður á árligu filmstevnuni í Cannes, ið vanliga verður mett sum fremsti altjóða arthouse pallur.
Norska Renate Reinsve og rumenski Sebastian Stan, sum bæði eru í Oscaruppskoti, eru hjúnini Lisbeth og Mihai, sum eru flutt úr Rumenia til eina bygd, eitt tettsted, við norska fjørðin.
Við fimm børnum koma tey skjótt í samband við bæði meinigheitina á staðnum og grannar, ið hava børn í sama alduri. Tá skúlin fær ta greiðu fatan, at fremmandu forledrini revsa børnini á harðligan háttz, verða tiltøk sett í verk.
“Fjord” er ein aktuellur, spennandi og hugvekjandi filmur, har privata húskið er karmur um alment viðkomandi søguna úr einum av okkara næstu grannalondum, har mentanarmunir og viðkvæma markið millum privatlív og stovnsmakt verða granskað.
Renate Reinsve og Sebastian Stan spældu saman í “A Different Man” (Aaron Schimberg 2024).
“Fjord” varð frumsýndur fyri einum altjóða skara á 79. filmfestevnuni í Cannes 2026. Umframt at vinna fremstu virðisløn, vann filmurin eisini FIRPRESCI virðislønina og François Chalais-virðislønina, sum verður latin einum filmi, ið setur journalistisk og humanistisk virði á breddan.
“Fjord” verður sýndur við donskum undirteksti.
