Flaggdagshald verður á snotiliga Ovasavninum, sum lat upp fyri slakari viku síðani. Maud Wang Hansen heldur flaggdagsrøðu, og skúlabørnini í Nólsoy syngja. Á savninum hongur eitt eintak av Merkinum, sum varð latið savninum av sonevndu “flaggvinunum” í sambandi við 100 ára flaggdagin.