

F’LJÓÐ Stovukonsert við Tóru Trónd
Tóra Trónd útgav sítt fyrsta staklag, “Stadig Væk”, í 2022. Fangandi lagið varð nógv spælt í Føroyum og varð tilnevnt ársins lag á FMA sama árið.
Tað, sum eyðkennir tónleikin hjá Tóru, er, at hann er kensluborin, melodiskur og hevur tekstir, sum eru ein samanrenning millum tað poetiska og tað erliga. Tóra er ein spennandi sangskrivari, sum øll eiga at halda eyga við, tí hon hevur risa potentiali.”
Soleiðis orðaðu tey seg um Tóru Trond, tá hon í 2024 hevði framførslu fyri fullum sali til Open Mic á Tórsgøtu.
Tóra Trónd er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn, og í løtuni hugsavnar hon seg um tónasmíð á musikkskúla miðnám í Føroyum. Hon er longu væl ávegis í tónleikinum og hevur millum annað komponerað eina musikal, sungið í big band, og luttikið í íverksetaratiltakinum “She Can Play” í Danmark.
Tóra skrivar inniligar sangir og klavertónleik. Við støði í eini samanrenning av singer-songwriter og klassiskum tónleiki skrivar hon sangir, ið snúgva seg um kenslur, maskinur, eldgos og alt har í millum.
Tóra hevur pápa sín, Trónd Bogason, sum eisini hevur vunnið tónleikavirðislønir, við sær á stovukonsertina at spæla á tangentar.
Fylg Tóru Trónd her: @tora_trond
Og hoyr “Stadig Væk” í fullari longd á Youtube her:
