FM í estetiskum fimleiki
Føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki, er ein kapping fyri pinkur, smágentir, gentir, unglingar, kvinnur. Kappast verður eftir galdandi altjóða reglugerðini hjá IFAGG, sum er altjóðalimaskapur fyri estetiskan fimleik, har Føroyar hevur sjálvstøðugan limaskap. Kappast verður í bólkum og liðini eru úr Fimleikafelagnum Ljósið, Havnar fimleikafelag, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar fimleikafelag.