Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. apríl 2025 kl. 14 - 14:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Fólk og fuglar – framløgur og sofaprát

Høli: Skálin
Longd: 2 tímar

Hvussu stendur til hjá fuglunum í Føroyum? Hvørjir trívast, og hvørjir eru hóttir? Kom og hoyr um nýggjastu kanningarnar um fuglalívið í Føroyum, og fá íblástur til tín næsta túr í fjøruna. Umhvørvisstovan, Tjóðsavnið og Havstovan skipa fyri tiltaki um fuglar í Føroyum, har eisini nýggj vitan um drunnhvíta og lomviga verður løgd fram.

Á skránni er:

  • Áhugi fyri fugli. Jórun Pólsdóttir greiðir frá um sín áhuga fyri fugli og hvar til ber at hitta ymsar fuglar. Saman við Silasi Olofson hevur Jórun skrivað bókaverkið “Fuglar okkara”, sum varð útgivið í 2022. 
  • Lomvigi og úrslit frá fuglateljingum í Høvdanum í Skúgvoy. Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Havstovuni.
  • Drunnhvíti og kanningar í Nólsoy við ljóðupptøkum. Janus Hansen, lívfrøðingur á Tjóðsavninum. 
  • Sofaprát um fólk og fuglar.

Fuglalívið í Føroyum er fjølbroytt, og fert tú út um dyr, er mangt at síggja. Nøkur fuglasløg eru harumframt týðandi fyri alheims fuglastovnin. Nólsoy, Skúgvoy og Mykines eru altjóða vátlendisøki, sonevnd Ramsar-øki, har fuglur verður taldur fyri at fylgja við stovninum.

Kom til eitt prát um fuglar, um hvussu teir búleikast og finna sær føði, og um hví tað er so hugtakandi at eygleiða fugl.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin. Tekna teg til tiltakið her: Fólk og fuglar – framløga og sofaprát  – Umhvorvisstovan

Mynd: Silas Olofson