

Fólkaræði í barnahædd (DK)
Høli: Klingran
Longd: Støkk-inn kl. 10-16
Hvussu virkar fólkaræðið – grundarlagið undir okkara samfelagi?
Hetta er útgangsstøðið í hesari verkstovuni, har børn við kreativum ítrivum læra um fólkaræðið og sjálv sleppa at fara í atkvøðuklivan at seta sín kross.
Børnini fara at vitja tríggjar støðir:
Tekna tína egnu valplakat
Børnini finna síni hjartamál og slagorð. Við hjálp frá vaksnum og einføldum, skrivaðum leiðbeiningum seta tey orð á, hvat hevur týdning fyri tey – hvørjum tey sjálv høvdu atkvøtt fyri – og flyta tað yvir á eina valplakat við at tekna.
Atkvøðukassin hjá børnunum
So er tað val! Børnini fara í atkvøðuklivan – akkurát sum tey vaksnu gera.
Bygg framtíðarinnar bý við LEGO®
Einstaklingsítriv, sum styrkir dialog og samanspæl. Her fáa børnini møguleika fyri at byggja tann bý, tey gjarna vilja búgva í, og greiða frá hugskotunum og tonkunum, sum tey hava, meðan tey byggja.
Constructive Institute standa fyri hesum tiltakinum. Talan er um ein óheftan felagsskap, sum virkar fyri at styrkja fólkaræðið gjøgnum journalistikk.
Fólkaræði í barnahædd er partur av okkara barnafestivali Frítt Flog, sum í ár snýr seg um fólkaræði. Í eini tíð, har felagsskapur og samrøða eru meira umráðandi enn nakrantíð, gevur Frítt Flog børnum møguleika fyri at uppliva fólkaræði í praksis – gjøgnum list, spæl og virkna luttøku í felagsskapi. Festivalurin savnar norðurlendsk listafólk og bjóðar upp á nógv ymisk listalig úttrykk, sum fáa børn til at uppliva, granska og vera við.
