Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
20. juli 2025 kl. 15 - 15:01
Prísur
DKK 75 – 150

Fólkatónleikarastevnan 2025 (CA/FI)

Høli: Klingran
Longd: 120 min (íroknað steðg)

Burtur úr siðvenju og nýhugsan kemur nakað gandakent – og tað er júst tað, sum vit fara at hoyra, tá Kleztory og Erkki Virkkala & Likka Huntus fara á pall. Tú kanst gleða teg til ein seinnapart við tónleikaúrmælingum, framúrskarandi rytmum og endaleysari tónleikaorku.

Kleztory
Kleztory hevur síðani 2000 bergtikið áhoyrarar kring allan heim við teirra máttmiklu og nýhugsandi tilgongd til klezmer og heimstónleik. Bólkurin hevur spælt omanfyri 1000 konsertir í 20 ymiskum londum, og hava hegnisliga blandað siðbundna klezmertónleikin við jazz, fólkatónleik, klassiskan tónleik, filmstónleik og country, sum tilsamans er blivið til eina serstaka og hugfangandi ljóðmynd.

Í bólkinum eru:

  • Airat Ichmouratov – klarinett, bassklarinett og duclar
  • Elvira Misbakhova – violin og bratsch
  • Mark Peetsma – kontrabass
  • Mélanie Bergeron – harmonika
  • Raphaël D’Amour – gittar
  • David Ryshpan – klaver

Erkki Virkkala & Likka Huntus
Finski tvímannabólkurin Erkki Virkkala & Likka Huntus hevur eina ljóðmynd, sum liggur ímillum tað siðbundna og tað modernaða. Træðrir úr klassisku Kaustinen-violinsiðvenjuni verða knýttir til teirra bakgrund í jazzi og klassiskum tónleiki, og við hesum gerst ljóðmyndin heilt serstøk.

Hesi seinnu árini hevur bólkurin ment eina heilt serstaka ljóðmynd og stíl, har flutt verður lættliga millum vakrar tónar, meistarligar klassiskar tónagongdir og kvikar polkataktir – altíð við rúmi fyri tónleikaligari undran.