Føroya stórsta jólaborðhald
Føroya besta húsorkestur við hópin av solistum,1.300 væl upplagdir gestir, frálíkur matur frá Hotel Brandan og Hafnia, nógv gott til góman og eitt lið av tænarum og hjálparfólki, ið tryggjaðu at kvøldið gjørdist ógloymandi.
Í ár verður tað uppaftur størri og uppaftur betri, keyp atgongumerki beint nú, seinast var útselt.
Vit bjóða eina trírættar matskrá frá Hotel Brandan, nógv gott í glasið, Føroya besta undirhald, skemt, tónleik, felagssang og eitt risa dansigólv við túsundavís at veitsluhugaðum føroyingum. Alt í Føroya størstu veitsluhøll, hetta er uppskriftin til kanska besta jólaborðhald nakrantíð.
Bert tað besta er nóg gott, og tí fer Føroya Bjór at skeinkja á Føroya Størsta Jólaborðhaldi. Har verður okkurt til allar gómar.
Komandi tíðina fara vit at kunngera hvør spælir við.
Um tit eru eitt arbeiðspláss, ein bindiklubbi, eitt fótbóltslið ella ein tónleikabólkur, ella um tú ert bara tú, so verður hetta veitslan, ið øll mugu uppliva.
Skunda tær, at tryggja tær og tínum atgongumerki á atgongumerki.fo, so er bara eftir at pussa dansiskógvarnar og byrja at gleða seg.
Størri bólkar kunnu senda teldupost til booking@epiclive.fo
Fyritøka ella størri bólkar
Fyritøkur ella størri bólkar hava møguleika at bíleggja borðservering til borðhaldið.
Eisini ber til við avtalu at bíleggja sær egið høli
18 ára aldursmark.
Við fyrivarni fyri broytingum í skrá.
