Høli: Høllin
Longd: 2 tímar við steðgi
Hvussu sær kríggið í Ukraina út við eygunum á einum hermanni? Bjarti G. Olsen fer í hesum fyrilestri at siga okkum frá tí, hann upplivdi, tá ið hann í tvey ár var á hermótinum í Ukraina. Við støði í egnum royndum sum gonguhermaður gevur hann okkum eitt rátt og ærligt innlit í veruleikan í kríggi: um harðskapin, skotvápnini, dronurnar, bíðitíðina – og vinalagið.
Bjarti vísir á ósannindi og sannroyndir og gevur okkum innlit í, hvussu hann ímyndar sær framtíðina í Ukraina. Hetta er ein týdningarmikil fyrilestur í einum heimi í broyting, har Evropa enn er merkt av kríggi.
Fyrilesturin er ikki hóskandi fyri børn undir 16 ár.
Um Bjarta G. Olsen
Bjarti, sum hevur skrivað donsku bókina SOLDAT, hevur verið hermaður í donsku lívverjuni og tvey ár í Ukraina. Nú er hann komin aftur til Føroya.