

Føroysk málsøga – Bind 1: Byrjanin
Høli: Skálin
Longd: 45 min.
Vælkomin til framløguna av serstaka bókaverkinum: Føroysk málsøga – fyrsta stóra verkið um føroyska málsøgu!
Í fimm bindum verða málbroytingar í føroyskum gjøgnum tíðina viðgjørdar av málfrøðingum úr ymiskum londum.
Nú kemur bind 1: Byrjanin, sum er um, hvussu føroyskt mál varð til – hvaðani tað kemur, hvørji mál eru í familju, hvussu tilvitskan um málið er vaksin, og um hvørjar hugsanir, fólk hava um málið í dag.
Hetta er tann fyrsta bókin í hesum stóra bókaverkinum, ið viðger bæði innari og ytri málbroytingar, málføri, hugmyndafrøði og samfelagsviðurskifti.
Hvussu varð føroyska málið til?
Hvussu sær tað út í dag?
Og hvat sigur føroyska málið um okkum sum samfelag?
Komandi verkini snúgva seg um innari broytingar, variatión og málamót og ytri broytingar.
Umframt hesi, hevur fimta bind eisini orðafrágreiðingar.
Kom við til framløguna av verkinum, har málgranskarar, ið hava arbeitt við verkinum, siga frá ríku og samansettu málsøgu okkara.
Á tiltakinum vera fakligar framløgur og samrøður við granskarar, sum hava arbeitt við bókaverkinum.
Hetta verður stak áhugavert hjá øllum, ið virðismeta mentanararv og samleika – eitt sjáldsamt høvi at kava niður í mál okkara, sum hevur myndað – og framvegis myndar Føroyar.
Høvuðsritstjórar: Hjalmar P. Petersen og Christer Lindqvist
Ritstjórn: Jógvan í Lon Jacobsen, Zakaris S. Hansen og Sissal M. Rasmussen
Ritstjóri fyri útbúgvingarøki: Sigfríður Sólsker / Maria Heradóttir
Fyriskipari: Fróðskaparsetur Føroya
