

Føroysk mineral & grótsløg
Høli: Norðurstova
Longd: 45 min.
Kom og hoyr um nýggju bókina Føroysk mineral & grótsløg, ið leiðir teg inn í fjølbroytta jarðfrøðiliga heimin í Føroyum. Vit fara at hoyra um jarðfrøði, mineral og grót – og fáa innlit í, hvussu oyggjarnar eru vorðnar til gjøgnum milliónir av árum. Bókin er full av myndum, hon er vísindaliga grundað og áhugaverd fyri øll, sum eru forvitin eftir søguni hjá náttúruni.
Høvundarnir leggja fram valdar partar úr bókini og greiða frá arbeiðinum handan bókina.
Uni Árting er jarðfrøðingur og hevur í yvir 20 ár starvast á Jarðfeingi við at kortleggja jarðfrøðina á landi og til havs. Sjálvur hevur hann eisini savnað fleiri av mineralunum og grótsløgunum í bókini.
Barbara Biskopstø Thorsteinsson er bæði útbúgvin jarðfrøðingur og grafikari og hevur sniðgivið bókina. Hon arbeiðir á Jarðfeingi við ymiskum jarðfrøðiligum viðurskiftum, bæði á landi og á landgrunninum.
Lis Mortensen er náttúrulandafrøðingur, og hevur arbeitt við fysisku náttúrufrøðini bæði í Føroyum og í øllum tí arktiska økinum.
Fyriskiparar: Barbara Biskopstø Thorsteinsson og Uni Árting
