

Føroyskur dansur á Reinsarínum
Hevur tú hug til at standa á síðulinjuni og njóta upplivingina, so ert tú eisini vælkomin til tað. Tað týdningarmesta er, at vit koma saman og menna føroyska dansin.
Við øðrum orðum: Dámar tær føroyskan dans, so er ikki at halda seg aftur, tí hetta verður eitt ógloymandi kvøld.
Tað er felagið Tøkum lætt, sum skipar fyri.