Forspíring
Høli: Forhøllin
Longd: 17:30 – 18:30
Hóskvøldið fara vit saman við Titu at forspíra átuligar summarblómur, ymisk sløg av káli, ymiskar kryddurtir, tomatir, ertrar og piparfruktir. Og tú ert hjartaliga vælkomin við! Tita hevur mold, fræ og íløt at sáa í – tað einasta, tú skalt hava við, er forvitnið.
Tita hevur keypt eina rúgvu av spennandi fræum, og á verkstovuni sleppur tú at sáa 16 ymisk fræ, sum tú síðan tekur við tær heim. Við tær fært tú sjálvandi eisini góð ráð, um hvussu tú ansar eftir plantunum.
P.S. Á verkstovuni ber sjálvandi til at sáa meira enn 16 plantur. Kostnaður er 200 kr. fyri 16 eyka plantur.
Undirvísari: Tjóðhild Patursson
Fyriskipari: Tita