Loading Events
Nær
12. februar 2026 kl. 11 - 16
Hvar
Listasavn Føroya
Prísur
Ókeypis atgongd

Føstulávint á Listasavni Føroya

Tú kanst lita grýluskortin júst, sum tú hevur hug, pynta við fjaðrum ella flottum klistrimerkjum.

Frá hósdegnum 12. februar til og við mánadagin 16. februar kunnu børn og vaksin seta seg at gera vakrar, stuttligar ella vandamiklar grýluskortar til føstulávint í forhøllini.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og tað er ókeypis atgongd. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum.