Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
13. juni 2025 kl. 16 - 16:01
Hvar
Filmshúsið
Prísur
Ókeypis atgongd

Frálíkur fríggjadagur

Tað verður bjóðað inn til fríggjadagshugna og netverkan í hølunum hjá Hugskotinum og Filmshúsinum.
Á skránni verða stuttar framløgur frá spennandi íverksetarum í filmsvinnuni. Heiðrikur á Heygum fer at greiða frá arbeiðinum við fyrsta føroyska songfilminum Island fever.

Anton Petersen fer at greiða frá um og vísa ein brellbita av spælifilminum Into the heart, sum hann í løtuni leggur seinastu hond á. Gudmund Helmsdal fer at greiða frá útbreiðslu, og stóru verkætlanina Vandaferð.

Eisini verður ábit og okkurt leskandi at fáa.