Hetta umboðið hevur starvast í felagsskapinum í yvir 17 ár og leiðir Victims Fund of Terror, sum veitir bráðfeingis og langtíðar stuðul til raktar einstaklingar og familjur.
Framløgan lýsir arbeiðið á staðnum og skipanina kring neyðhjálp og stuðul. Tiltakið er skipað í samstarvi við Keren Hayesod, sum Vinafelagið Føroyar–Ísrael hevur havt samstarv við í nærum 20 ár.
Øll eru vælkomin at luttaka og fáa innlit í skipanirnar, sum verða brúktar í arbeiðinum.