Tórshavnar Kommuna bjóðar øllum at koma innar á Kondittaríið, har ymiskir savnslutir frá Býarsavninum, verða sýndir fram.
Dentur verður lagdur á handilslívið í býnum í 1960- og 1970-árunum. Eitt nú eru upprunaligu dúkarnir, stell o.a. at síggja á miðhæddini.
Eisini verður gevistova fyri pinkubørn á ovastu hædd, so eisini tey kunnu fáa ein sopa á ólavsøku.