Kresten Osgood er ein hin fremsti trummuleikarin og improvisatørurin í Danska kongaríkinum, og hvør konsert við honum er ein uppliving, sigur Bárður Reinert Poulsen og heldur fram:
Eg havi leingi havt hug til at spæla saman við honum, og til eina jamsession seinasta Vetrarjazz, har okkara egni Kristian Blak var á pallinum, hugsaði eg, at tað hevði verið sera áhugavert at spælt eina improviseraða konsert við Kresten og Kristiani. Umframt at vera ein góður tónleikari, er Kresten ein dugnaligur og inspirerandi lærari og veit nokk meira um jazz, enn flest fólk í Norðanlondum.