Loading Events
Nær
28. august 2026 kl. 20 - 23
Hvar
Starvsfelagið
Prísur
DKK 250

Fyrilestur: »Ov sjúk til at verða hoyrd«

Bolette Meisner varð fødd tríggjar mánaðir ov tíðliga sum miðlingurin av trimum trillingagentum. Fyrstu tríggjar mánaðirnar lá hon í respiratori og var fleiri ferðir nær við at doyggja. Hetta skapti álvarsligt órógv í nervaskipan hennara og legði grundarlagið fyri fleiri sjúkum, ið gjørdu barnaár og ungdómstíð hennara sera trupul.

Bolette hevur stríðst við ótta, strongd, tunglyndi, PTSD, OCD, anoreksi, traumur og eina psykosu, og hon hevur verið innløgd á psykiatriskum sjúkrahúsi, har eksponeringsterapi bara gjørdi støðuna verri. Einasta annað amboð hjá skipanini var nógv av psykofarmaka. Hon varð seinni sett á bústað, har manipulering og eyðmýking tykjast hava verið ein partur av pedagogikkinum.

Neyðtøka, álop, narcissistisk sambond, sjálvskaði og sjálvmorðsroyndir eru eisini ein partur av hennara tungu byrðu.

Í hesum heildarkvøldsfyrilestri sigur Bolette ikki einans sína persónligu søgu. Tað er eisini søgan um vegin út úr trupulleikunum og aftur heim til seg sjálva – ein vegur, sum hon í dag sum psykoterapeutur, traumeterapeutur og rithøvundur hjálpir øðrum at ganga. Tað er ein vegur, sum byggir á nútímans gransking í traumum og menningarsálarfrøði, og sum í nógv størri mun leggur dent á samanhangin, har trupulleikarnir hava sín uppruna, heldur enn at leita eftir feilum hjá klientunum ella einsíðugt royna at fáa eyðkenni teirra at hvørva.

Høvuðsmálbólkurin fyri fyrilestrinum er fólk við sálarligum trupulleikum, avvarðandi, námfrøðingar, lærarar og viðgerðarstarvsfólk, men nógv er eisini at fáa burturúr hjá øðrum, sum hava áhuga fyri menniskjum og menskuni.