Fyrilestur við Bente Klarlund Petersen
Stoffskiftisfelagið bjóðar limum og áhugaðum til fyrilestur tann 12. mars 2026 við Bente Klarlund, lækni og granskari.
Bente Klarlund Pedersen er ein kend rødd innan heilsu, rørslu og lívsgóðsku. Sum yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum og professari við Københavns Universitet stendur hon aftanfyri slóðbrótandi gransking. Bente Klarlund er eisini leiðari á TrygFondens Center for Aktiv Sundhed. Bente hevur givið út meira enn 700 vísindarligar greinar og fleiri vælumtøktar bøkur, har hon ger tað lætt at skilja heilsugransking.
Les meira her
Myndina eigur Les Kaner
