Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
10. mai 2025 kl. 19 - 11. mai 2025 kl. 00

Game Night í Hollywood

Her ber til at royna seg í bæði kendum og ókendum – klassisk borðspøl, samlikortspøl sum Magic: the Gathering, rolluspøl sum D&D, og figurspøl sum Warhammer.

Felagið hevur ikki egið høli, men samstarvar við Liv Lívið fyri at veita havnabúgvum fleiri tilboð í vikuskiftinum.

Nøkur hacks, sum eru góð at vita:
– Ovasta loftið er tøkt og væl egnað til stór spøl sum Warhammer. Er hurðin læst, er bert at biðja ábyrgdarin lata upp.
– Eitt rolluspælsborð við monteraðum sjónvarpi kann takast fram úr goymsluni.

Øll eru vælkomin.