Loading Events
Nær
14. september 2026 kl. 01 - 01:01
Hvar
Nordisk Atlantsamarbejde - NORA
Prísur
Ókeypis

Generation Nordic 2026

Saman seta vit sjóneykuna á trivnað, burðardyggari menning og samstarv tvørtur um landamørk.

Skráin fevnir um hugkveikjandi framløgur og verkstovur, og gevur luttakarum góðar møguleikar at knýta sambond við onnur ung, sum brenna fyri at skapa eina betri framtíð fyri norðurlendsku samfeløgini.

Umframt fakligu skránna fáa luttakararnir høvi at uppliva føroyska náttúru, mentan og gestablídni – ein fullkomin karmur at stimbra undir íblástur, felagsskap og upplivingar.

Luttøka í Generation Nordic 2026 er ein serstakur møguleiki at menna sínar førleikar, víðka um netverkið og taka virknan lut í týdningarmiklum norðurlendskum málum saman við øðrum ungum.

Talið av luttakarum er avmarkað, og freistin at søkja er 1. juni 2026. Vit mæla tær til at søkja so skjótt sum gjørligt.

Verður tú vald/valdur at luttaka, rindar NORA fyri ferð, gisting og máltíðirnar, sum eru partur av skránni.

Les meira og søk her: https://nora.fo/generation-nordic-2026