Loading Events
Nær
21. februar 2026 kl. 17 - 22. februar 2026 kl. 17
Hvar
Norðurlandahúsið

Ger tín egna alheim

Høli: Forhøllin
Longd: 14.00-17.00

Mánar, stjørnur, rúmdarrakettir ella stjørnukikarar. Hvat hevur tú hug til at gera? Kanska tína heilt egnu sólskipan?

Í Forhøllini við Titu bjóða vit børnum til eina verkstovu, har vit í felag granska rúmdina og klippa og klistra okkara egna alheim.

Kom við!

Aldur: Upp til 10 ár.

Ger tín egna alheim er partur av RÚMDARDAGAR, eini røð av tiltøkum, har Norðurlandahúsið yvir eitt vikuskifti varpar ljós á alheimin.