Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
25. september 2025 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Tjóðpallur Føroya
Prísur
DKK 205 – 305

Gerandislív í triðja ríkinum

Gerandislív í triðja ríkinum” byggir á upprunaleikritið Furcht und Elend des Dritten Reiches, eftir kenda  týska rithøvundan, dramatikaran og leikstjóran, Bertolt Brecht.

Leikurin er settur saman av leikbrotum úr gerandislívinum hjá ymiskum fólkum sum liva í einum landi, har ein einræðisharri við kúgan, forfylging, øsing og gyltum lyftum um eina betri framtíð útinnir sínar dreymar um eitt triðja ríki.
Summi trúgva uppá lyftini og vónina um eitt betri og rættvísari samfelag, meðan onnur royna at mótmæla  ræðuleikunum, tey uppliva.
Óttin fyri hvørjum øðrum skapar split millum vinir og í familjum, og hóast leikurin gongur fyri seg í Nasitýsklandi, er hann aktuellur í dag, nú miðlarnir dagliga bera boð um kríggj, valdsnýtslu og einræðiskúgan í heiminum.

Brecht er kendur fyri sínar samfelagsrevsandi leikir, og søguliga bakstøði í hesum leikinum er valdtøkan hjá nasistunum av Týsklandi í 1933, og tann kúganin og yvirgangurin, ið fylgdi við tí.

Brecht flýggjaði úr Týsklandi tá nasistarnir tóku valdið, og skrivaði leikin Furcht und Elend des Dritten Reiches  meðan hann var útlegd í Danmark frá 1933 til umleið 1938.
Brecht nýtti ofta humor og satiru at lýsa ógvusligar umstøður, og hóast evnið í leikinum er dapurt, eru eisini absurdar og stuttligar senur í leikinum.

 

Les meir um leikin her:

https://www.tjodpallur.fo/leikir/leikverk-i%C3%B0-byggir-%C3%A1-furcht-und-elend-des-dritten-reiches