

Síðani ber til gera eitt fat, skálir, smýkkur og jólaprýði eftir huga og vild. Tó er avmarkað hvussu nógvar stórar lutir ber til at evna.
Vit nýta litað glas í plátum, sum verða skornar sundur, lagdar í mynstur og síðani brendar í tveimum umførum. Í mestan mun nýta vit eisini glasbitar og restir til prýðis.
Brenningin verður liðug tvær vikur eftir skeiðslok.
Tak onkran við, ella kom einsamøll og fá eitt vikuskifti fylt við litum, hugna og skapanargleði.