Global Diabetes Walk – Gongutúrur úr Sandágerði niðan á Kongavarðarnar
Túrurin er umleið 8 km.
Gongutúrurin er gjørdur í samstarvi við Steno Miðstøðina og Diabetesfelagið, og er partur av #GlobalDiabetesWalk, sum er afturvendandi átak í november mánaði, sum World Diabetes Foundation hevur tikið stig til. Endamálið er at varpa ljós á diabetes um allan heim og eggja fólki at vera kropsliga virkin í gerandisdegnum.
Øll eru vælkomin!