Dr. Mimi Syed er ein amerikanskur lækni, sum tvær ferðir hevur arbeitt sjálvboðin í Gazageiranum í ein mánaða hvørja ferð. Eftir vitjanina í Føroyum fer hon aftur til Gaza fyri triðju ferð.
Ísraelskar herdeildir hava dripið minst 20.000 børn síðan oktober 2023, harav tey flestu eru deyð í tilvildarligum bumbuálopum. Serliga ørkymlandi eru deyðsføll av børnum við skotsárum, ofta í høvdið. Mimi Syed fer at siga frá sínum upplivingum sum humaniterur lækni í Gaza og gevur okkum innlit í tann harðliga og ótolandi veruleikan, sum børnini í Gaza uppliva. Ein veruleiki, ið vesturlendskir miðlar oftani royna at tiga burtur, og sum okkara politikarar ikki vilja fyrihalda seg til.
Fyrilesturin verður stuðlaður við video- og myndatilfari. Vit ávara um, at summi myndbrot kunnu vera ógvuslig.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Kaffi og te verða at fáa.
Eftir fyrilesturin verður møguleiki at seta spurningar.