Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
Í ár eru 100 ár liðin síðan Goggan spældi fyri fyrstu ferð. Hetta orkestrið, ið fekk eitt heilt serligt pláss í dansilívinum í Havn heilt fram til 1976, tá tey góvust at spæla.
Við søgum, frásagnum, livandi tónleiki og dansi fáa tit søguna um jazzorkestrið, ið broytti dansilívið í Havn. Vælupplagdir sjónleikarar úr Havnar Sjónleikarfelag, dansarar úr Dansifrøi, og ein fultmannað nýggj Gogga, har onkur eftirkomari av uppruna Gogguni spælir við, fara at leiða hetta bæði stórtslignað og hjartanemandi kvøldið.
Eitt kvøld fyri øll, sum minnast Goggudansin – og fyri tey, ið vilja uppliva júst hví hetta orkestrið hevur so stórt pláss í føroyskari mentanarsøgu.
Stigtakari til kvøldið er Hans S. Egholm, ein sannur Gogguentusiastur, sum veit alt um hesa tíðiðna. Súsanna Tórgarð hevur sett saman til pall.
Tiltakið er stuðlað av MÁF og Økistónum.
Verið vælkomin til Goggudans í Sjónleikarhúsinum til eitt kvøld fylt við minnum, musikki og dansi!