

Gorilla Sound – Jólabass við Dagmar, HELGI og Mariszow
Tá Dagmar er aftanfyri pultin, so veist tú, at tú ert í góðum hondum. Hon spælir pumpandi tónar og pulserandi rytmur, sum fara beint inná bein! Dagmar kann taka teg allar vegir, men hetta kvøldið, fer hon ikki at spilla tíðina. Vegurin gongur út á dansigólvið, tí jólafeittið skal dansast vekk.
Helgi er tvørlistafólk og DJ úr Tórshavn, ið arbeiðir tvørtur um tónleik, ljóð og myndlist. Hansara tónlistarligi stílur sameinir house, teknó, disko, eksperimenterandi og alternativan popp. Listarliga viðger hann evni á ein álvarsaman, men tó komiskan hátt, ið gevur verkunum ein serstakan dám. Helgi er serliga kendur fyri síni ljóðlistaverk og DJ-framførslur, og hevur gjørt tónleik í nógv ár, hóast tað mesta enn ikki er útgivið. “Teknó eigur lívið í mær” er fyrsta útgávan í seks ár, og er hetta fyrstu ferð, at hann gevur út á Tutl.
https://soundcloud.com/helgimusic
Mariszow er ein vaksandi profilur í DJ umhvørvinum í Keypmannahavn, og er kend fyri síni djúpu og melodisku DJ sett. Mariszow hevur ein lívslangan kærleika til elektroniskan tónleik og sound journeys. Hon ynskir at skapa ein innlivandi hugaheim við hypnotiskum rytmum og melodiskum techno. Aftanfyri plátuspælararnar er hon nærverandi og full av orku, og hon dregur fjøldina við sær. Ein framførsla hjá Mariszow er nakað, tú mást uppliva.
https://soundcloud.com/mariszow
18 ára aldursmark.
Gorilla Undirgrundin hevur ein safe space politikk til tiltøkini. Tað vil siga, at vit stremba eftir og ynskja, at øll skulu kenna seg vælkomin og trygg til tiltøkini, millum annað við at virða hvønn annan og ansa eftir hvørjum øðrum – óansað átrúnað, kyn, húðarlit, klædnaval og/ella kynsliga sannføring.
