Kom og lurta tá 130 glaðir sangarar úr Aalborg leggja leiðina framvið Vesturkirkjuna. Aalborg Gospel Choir undir leiðslu av Henrik Daniel Christoffersen fer við smittandi lívsgleði og eldhuga saman við vøkru ljóðgóskuni í Vesturkirkjuni, at fylla rúmið við livandi tónleiki og fagnandi sangi.
Áhoyrarnir kunnu gleða seg til eina orkumikla konsert við góðum stemningi, fangandi rútmu og møguleika fyri at klappa og syngja við. Flestu sangirnir eru á enskum, men eisini verður pláss fyri onkrum føroyskum íkasti.
Dyrnar lata upp kl. 19.30. Øll eru hjartaliga vælkomin