Brak syngur rútmiskan gospel-tónleik, so tit skulu vænta tykkum eitt BRAK av eini konsert í forhøllini.
Brak varð stovnað í 2019, og hevur sostatt seks ár á baki. Tað vóru tær báðar songstjørnurnar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen og Marianna Nagata, ið stovnaðu Brak.Í 2020 tók Ingmar Berg Mikkelsen við og hevur stjórnað síðan.
Kl. 20.00 spælir Tórshavnar Big Band við sangsolistum í høllini.