Loading Events
Nær
7. mai 2026 kl. 19:30 - 21
Hvar
Aulan í Finsen

Grøna kvøldið

Kom við til eitt hugnaligt og kveikjandi kvøld í Finsen har umhvørvi og náttúra er í sjóneykun.

Jensia Brodersen frá Náttúruterapi fer at greiða frá hvussu heilsa hongur saman við náttúruni.

Etika virðislønin og Grøna virðislønin verða latnar og umhvørvisstuðulin kunngjørdur.

Kvartettin Vibra spælir nøkur løg og drekkamunnur verður at fáa.

Tiltakið er ókeypis.