Fødd í 1980 og við yvir 20 árum á tónleikapallinum, hevur Guðrið sett síni spor bæði í Føroyum og uttanlands. Hon hevur givið út eina røð av dygdargóðum útgávum – frá debutini “Love is Dead” í 2007 til “Gult myrkur” í 2022, ið vann bæði ársins útgávu og ársins tekst á FMA. Tekstirnir eru skrivaðir av Lív Mariu Róadóttir Jæger og hava rakt ein nerva bæði heima og úti.
Hon er eisini kend úr bólkinum BYRTA, ið við sínum elektropoppi var eitt nýbrot innan føroyskan tónleik, og hon er ein av røddunum í KATA, har hon tekur lut í djørvum og eksperimenterandi vokalverkum.
Við einum bachelor í skapandi arbeiði frá Fróðskaparsetrinum hevur Guðrið eisini skrivað klassisk verk til strúkikvartettir, kór og harmoniorkestur – og ehon blívur við at menna seg, tí í februar 2026 kemur hennara næsta útgáva út!
Við sær á palli hevur hon eitt sterkt lið:
Guðrið Hansdóttir – vokal & gittar
Vinjar Petersen – tangentar
Mikael Blak – bass
Harald Fonsdal Johannesen – trummur
Tiltakið verður stuðlað av Økistónar og Koda-Kultur.