Guðrið Hansdóttir (FO)
Sýrublað er sostatt sjeynda heildarútgávan hjá Guðrið, og tað er Høgni Lisberg, sum hevur framleitt útgávuna. Tónleikurin er ráur og glaður fólkapoppur við íblástri úr country, reggae og rokki. Guðrið sigur, at tónleikurin á útgávuni, er sum at býta í eitt sýrublað, hann er frískur, knasandi grønur og eitt sindur sýrutur.
Tað er Beinir Bergsson, sum hevur skrivað tekstirnar á útgávuni. Samstarvið kom upp í lag, tá tey tóku lósu ritlist og tónlist á Fróðskaparsetri Føroya. Tekstirnir snúgva seg um nærsambond, teir trupulleikarnar sum standa upp í einum parlagi. Tekstirnir leita til plantur og djór í Føroyum og royna at nýta hesi til at skilja parlagið á ein nýggjan hátt, tekstirnir spyrja, um parlagið og minnini saman broytast, um náttúran er við í mátanum, vit tosa við og um hvønn annan. Tekstliga verður sýrublaðið nýtt í útgávuni sum ein mynd upp á nakað, sum at síggja til er líkt fleiri øðrum bløðum, men tá tú bítur í tað, so kemur ein so óvæntaður, sterkur smakkur fram, og somuleiðis leita tekstirnir eftir hesum smakkinum í nærsambandinum millum tvey.