Guðrið Hansdóttir við bólki
Høli: Klingran
Longd: 45 min.
Við sínum fangandi fólkapoppi skapar Guðrið Hansdóttir eitt univers, har hon tekur áhoyraran inn í eina ferð við søgum um m.a mjørkan, sjómannin, kærleikan og lívsins tvístøður.
Guðrið hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum tey seinastu 20 árini og hevur spælt á festivalum sum SXSW, Spot Festival, Iceland Airways, By:larm og Nürnberg Pop.
Útgávan Gult myrkur varð kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA 2023. Í apríl í ár kom hennara nýggja heildarútgáva við heitinum Sýrublað. Í hesum sambandi hevði Guðrið eina útselda útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.
Guðrið Hansdóttir: sang, gittar
Høgni Lisberg: trummur
Vinjar Egilsnes Petersen: tangentar
Árni Jóhannesson: bass
Les um Summartónar