

GUNZ Plátulurt og signering í Tutl
Maðurin handan navnið GUNZ er Gunnar Thomsen, sum kanska er kendastur sum bassleikarin í m.a. Týr. Við nýggju útgávuni brýtur hann tó upp av nýggjum. Psycho Train er mátin hjá Gunnari at úttrykkja síni kreativu evni við sangum, sum endurspegla hansara persónliga dám í tónleiki. Hann skrivar siðbundnar tungmálmssangir við fangandi tónum og kórum, sum eru ring at fáa úr høvdinum aftur. Sangirnir eru fyri hann ov góðir og týdningarmiklir at hava liggjandi á onkrari teldu, so hann valdi at geva teir út undir navninum GUNZ.
Tit eru vælkomin til eina hugnaliga løtu við onkrum leskandi at drekka og góðum práti, og sjálvandi verður Gunnar eisini klárur at signera pláturnar hjá teimum, sum hava ognað sær hana.
Vit síggjast
