Handbók fyri superhetjur – Elias og Agnes Våhlund (SE)
Høli: Klingran
Longd: 45 min.
Rithøvundarnir Elias og Agnes Våhlund hava skrivað og teknað sera vælumtóktu bókina Handbók fyri superhetjur, sum snýr seg um Lisu, sum finnur eina bók um at gerast superhetja. Handbókin broytir lív hennara, og áðrenn hon veit av, berjist Lisa við skálkin Wolfgang fyri at bjarga býnum.
Á Bókadøgum gleða Elias og Agnes seg til at luttaka í einum rithøvundapráti at fortelja nærri um superhetjur, skálkar, og hvussu tað er at gera bøkur. Tey tosa svenskt, men Eyð B. Steinbjørnsdóttir fer at hjálpa øllum at skilja tað, sum verður sagt.
Handbók fyri superhetjur er ein ferðmikil, vøkur og spennandi bókarøð til børn 6-10 ár.
Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags og Norðurlandahúsið í Føroyum