Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. juni 2025 kl. 12 - 18
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis atgongd

Hanne Jette Guttesen í Smiðjuni í Lítluvík

Hon fall pladask fyri bæði fólkinum og landinum. Og síðan tá hevur hon ferð eftir ferð vent aftur við blýanti, pensli og kamera í hond.

Nú letur hon upp eina heilt serliga framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har vit sleppa at síggja Føroyar við hennara egnu eygum kryddað við løttum skemti.

Í verkunum hjá Hanne Jette renna øll inntrykkini og djúpi kærleikin til land og mentan saman. Onkur mynd er naturalistisk og eygleiðandi, meðan aðrar eru fabulerandi og næstan dreymakendar.

Hetta er ikki bara ein framsýning. Hetta er ein visuell ferð gjøgnum Føroyar, sum tær hava sæð út, kennst og verið elskaðar í meira enn 50 ár.