

Hans Andrias
Tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2025 fyrr í ár, vóru dómararnir ovurfegnir og søgdu soleiðis: “Hann hevur altjóða stig og kann spæla allastaðni í heiminum. Bar seg ógvuliga væl á pallinum og hevur eina fantastiska rødd”.
Tónleikurin er spennandi, myrkur og kensluborin. Løgini eru vælskrivaði, innilig og eru eitt framúrskarandi bland av fólkatónleiki og amerikana rokki. Løgini leiða tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur.
Við síni sterku debut útgávu, Vision, hevur evnaríki trubadururin spælt nógv bæði í Føroyum og úti í heimi. Eitt nú m.a. í Danmark, Sveis, Póllandi og Russlandi o.s.fr. Vælupplagdi FMA vinnarin bjóðar lurtarum til eitt spennandi kvøld við nýggjum og eldri tilfari, søgum og nógvum hugna.
