Hans Andrias í Auluni í Finsen
Hevur tú ikki sæð hann live enn, so er tað uppá tíðina.
Tá hann vann Sement 2025, var eingin ivi. Dómararnir vóru samdir um, at hann hevði eina fantastiska rødd og framførslu á altjóða støði. Tónleikurin er myrkur, kensluborin og spennandi. Løgini eru vælskrivaði, innilig og ein góð blanding fólkatónleiki og amerikana rokki.
Við sterku debut útgávuni Vision hevur hann longu sett síni spor bæði heima og uttanlands. Nú tekur hann næsta stigi, tá Dreymurin kemur út 8. mai.
Hetta verður ein av teimum konsertunum, sum fólk fara at tosa um langt aftaná, at hon er liðug. So tað er at seta stórt X í kalendarin kl. 21 á mentanarnáttini.