

HARALDSEN diskar í Blábar
Kom og dansa í Blábar leygarkvøldið 10. januar, tá ið HARALDSEN fer at diska kend hits, sum fáa dansigólvið at kóka frá aftan á midnátt heilt til kl. 03:45 🎶🔥
Handan HARALDSEN er Beinta Haraldsen, sum skapar ein veitsluróm á einum og hvørjum dansigólvi 🎶
HARALDSEN spælir tónleik úr nógvum ymiskum sjangrum, sum tilsamans skapa eitt ljóðlandslag, sum er bæði nostalgiskt og nútímans. HARALDSEN er eisini kend fyri at lata nógvar kendar føroyskar sangir í ein heilt nýggjan ham.
Vit síggjast í Blábar!
