Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
07. juli 2025 kl. 14 - 19
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis atgongd

HáTrýsT á hásumri

Listabólkurin HáTrýsT letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Verkini eru grafisk listaprent í fjølbroyttari tøkni og líka fjølbroyttum myndevnum frá tí abstrakta til tað figurativa, har áskoðarin kennir seg aftur. 

Vit vita, at liggjandi hátrýst oftast hava góðveður við sær og tær fimm, Ásla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Rakel Helmsdal og Rikke Bak fara at syrgja fyri, at líkamikið hvussu veðrið er úti, so verður HáTrýsT inni í Smiðjuni.

Til ber at ogna sær verk ella bara koma framvið og fáa eitt prát um list og listagrafikk, tí allar fimm brenna fyri grafikki og hava altíð hug at práta um listagrafiskar teknikkir.

Ferniseringin verður fríggjadagin 4. juli kl. 16.